Tríggir úrmælingar frá tvey
Í apríl mánað 1902 vórðu hesir tríggir úrmælingarnir bornir í heim: Jákup C.F. Olsen úr Havn, Martin Joensen úr Sandvík og Halldór Laxness úr Reykjavík.
Umframt at vera føddir í apríl, høvdu teir eisini tað til felags, at teir vóru hugtiknir av list og skaldskapi.
Fyri at minnast hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya landsbókasavn frá 23. apríl fyri framsýning við ymiskum, sum bókasavnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar.
[Apríl 2002]