Úr Grønlendingasøgu

Um sögurnar

Føroya Landsbókasavn

Landsbókasafn Íslands - Háskólabókasafn

The Árni Magnússon Institute in Iceland

Norðurlandahúsið


Landsbókasafn Íslands – Háskólabókasafn
í samstarvi við
Føroya Landsbókasavn og Norðurlandahúsið í Føroyum

Lagt til rættis fyri fyrireikararnar: 
Føroya Landsbókasavn, Tórshavn
2001

EIN ER SÖGAN 
ÚR ÍSLANDI KOMIN

Framsýning í Norðurlandahúsinum 
í Føroyum 5. mai til 4. juni 2001

Framsýning um íslendingasøgur, íslendskar fornbókmentir og menning av íslendskum bókmentum fram til dagin í dag.

Landsbókasafn Íslands - Háskólabókasafn gjørdi framsýningina í 2000. Uppsetingin í Føroyum er fingin í lag í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum og Føroya Landsbókasavn.

 

Ein er søgan úr Íslandi komin,
skrivað í bók so víða,
nakað vil eg frá henni greiða,
vilja tit á meg lýða.

Grettis kvæði

Framsýningin, ’Ein er søgan úr Íslandi komin’, varð sett upp á Landsbókasafni Íslands – Háskólabókasafni 1. mars 2000, undir heitinum ’Stefnumót við íslenska sagnahefð’ og hevur síðani ferðast millum Tingbókasavnið í Washington, lærda háskúlan í Cornell í Ithaca og lærda háskúlan í Manitoba í Winnipeg.

Framsýningin fevnir um bókmentasøgu Íslands frá handritum til teldutøkni og dregur tey mest týðandi bókmentaverkini frá landnámi til dagin í dag fram í ljósmála. Eitt av tí, sum altíð hevur eyðkent íslendska ritlist, er siðvenjan at endurrita eldri rit, og framsýningin er millum annað fyriskipað við hesum í huga. Á framsýningini síggja vit nakrar íslendingasøgur, verk Snorra Sturlusonar um kristnitøkuna ár 1000, norrønar ferðasøgur úr Norður Amerika, handit og tær elstu bøkurnar, ið prentaðar vóru í Íslandi. Haraftrat verður víst á, hvørja ávirkan íslendskar bókmentir hava havt á ensk-amerikanskar bókmentir.

Landsbókasafn Íslands – Háskólabókasafn eigur meginpartin av handritunum. Eitt handrit Jónsbók, er frá Fiskesavninum á lærda háskúlanum í Cornell og tvey handrit eru frá íslendska savninum á lærda háskúlanum í Manitoba.