Tríggir úrmælingar frá tvey


Framsýning á Føroya landsbókasavni
Apríl 2002

Í apríl mánað 1902 vórðu hesir tríggir úrmælingarnir bornir í heim:

Jákup C.F. Olsen úr Havn,
Martin Joensen úr Sandvík
og
Halldór Laxness úr Reykjavík.

Umframt at vera føddir í apríl, høvdu teir eisini tað til felags, at teir vóru hugtiknir av list og skaldskapi.

Jákup C. F. Olsen
4. apríl 1902 -
12. juni 1963.

Martin Joensen
19. apríl 1902 -
25. desember 1966.

Halldór Laxness
23. apríl 1902 -
8. februar 1998.


Fyri at minnast hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya landsbókasavn frá 23. apríl fyri framsýning við ymiskum, sum bókasavnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar.
Tað mesta av tilfarinum á framsýningini er í varðveitslu á Landsbókasavninum, men nakað hava vit við vælvild lænt frá stovnum og privatpersónum.
Framsýningin stendur upp í vár og tað mesta av summarinum.

Umframt at Halldór Laxness er føddur 23. apríl er hesin dagur eisini Altjóða bókadagur. Í tí sambandi skipar Landsbókasavnið fyri serligum haldi, har framsýningin letur upp fyri almenninginum og bókadagurin verður hildin við upplesti og tónleiki. Sí skrá her.

Tíðindaskriv  •  Frá framsýningini