Flora Heilmann


Framsýning á Føroya landsbókasavni

Flora Heilmann
[Flora Heilmann ]

Á Føroya landsbókasavni er í løtuni ein framsýning við myndum eftir Floru Heilmann (1872-1944). Flora Heilmann var donsk listakvinna, sum búði í Ónagerði á Viðareiði árini 1896-1906, meðan maður hennara var prestur har.

Myndirnar á framsýningini eru allar málaðar í tíðarskeiðnum 1897-1931, og tær eru partur av eini gávu sum Flora Heilmann gav Bókasavninum í Havn í 1931. Myndirnar vísa okkum ta gomlu føroysku húsabyggingina og gomul føroysk bygdarløg. Tær flestu myndirnar eru úr Havnini, men fleiri eru eisini úr øðrum bygdum kring landið.

Umframt myndirnar eru á framsýningini eisini tvær skitsubøkur við tekningum og akvarellum, sum Flora Heilmann gjørdi tey árini hon búði í Føroyum.

Framsýningin er opin fyri almenninginum til miðjan mai.