Tjóðsangurin 100 ár


Framsýning á Føroya landsbókasavni
februar - mai 2006


Símun av Skarði

Peter Alberg

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár, síðani tjóðsangurin "Tú alfagra land mítt" varð yrktur, hevur Føroya landsbókasavn gjørt eina lítla framsýning um tjóðsangin.

Á framsýningini eru m.a. upprunahandritið til yrkingina, sum Símun av Skarði (1872-1942) yrkti í 1906, og upprunahandritið til lagið, sum Peter Alberg (1885-1940) gjørdi liðugt í desember 1907.

Av øðrum, ið er við á framsýningini, kunnu nevnast ymiskar týðingar av tjóðsanginum til onnur mál.