LISTASTEVNAN 2003


Kingo á Landsbókasavninum
Framsýning
Fyrilestur og kingoløg

Í ár eru liðin 300 ár síðan Thomas Kingo (1634-1703) doyði. Í hesum sambandi verður eitt tiltak á Listastevnuni, sum fer at snúgva seg um Kingo, og hvønn týdning hetta stóra danska sálmaskaldið eisini hevur havt fyri føroyingar.

Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík, fer at halda almennan fyrilestur um sálmaskaldið Kingo.

Landsbókasavnið fer at hava framsýning av gomlum kingobókum, sum m.a. eisini vórðu nógv brúktar í Føroyum fyrr í tíðini. Eisini verða víst fram nýggj frímerki, sum Postverkið letur gera í hesum sambandi.

Fyrilesturin hjá Marjuni Bæk um Kingo verður á Landsbókasavninum, hóskvøldið, 7. august, kl. 20, og tá fara tjørnuvíkingar eisini at syngja nøkur kingoløg.

Framsýningin er opin til og við 22. august.