H.C. Andersen 200 ár


Framsýning á Føroya landsbókasavni
Apríl - mai 2005

2. apríl í ár eru 200 ár liðin síðani H.C. Andersen varð borin í heim, og í hesum sambandi verður hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni.

Framsýningin lýsir lívsverkið hjá H.C. Andersen, men dentur verður lagdur á føroyskar tulkingar av verkum hansara.