Á ferð
- inn í skaldskapin hjá Jens Paula Heinesen


Framsýning á Føroya Landsbókasavni
n
ovember 2002

Fyri sjeyti árum síðani, tann 12 november 1932, varð Jens Pauli Heinesen borin í heim. JPH vísti longu á barnaárunum, at hann hevði hug og hegni til skrivaða orðið, og frá tí degi í 1953, tá hann 21 ára gamal gav út fyrstu bók sína "Degningsælið", hevur hann verið ein stórvirkin rithøvundur.

Myndir: Jens Kristian Vang

Nú Jens Pauli Heinesen gerst sjeyti, stendur úrslitið av hansara stóra arbeiði sum ein varði í føroyskum skaldskapi.

Frá 1953 til 2002 hevur Jens Pauli Heinesen megnað at fingið 31 fagurbókmentalig verk givin út, umframt at hann hevur skrivað hópin av greinum, hugleiðingum og viðmerkingum um alskyns viðurskifti í føroyskum tíðarritum og tíðindabløðum.

Føroya Landsbókasavn hevur valt at heiðra JPH við eini framsýning um høvundin og skaldskap hansara. Framsýningin er opin fyri almenninginum frá 12. november 2002 til 1. mai 2003.