Steinbjørn Berghamar Jacobsen


Framsýning á Føroya landsbókasavni
november - desember 2004

Í vetur gevur rithøvundurin Steinbjørn B. Jacobsen út fyrra bind av endurminningum sínum. Í hesum fyrra bindinum sigur Steinbjørn frá barnaárunum í Sandvík.

Í hesum sambandi hevur Landsbókasavnið funnið fram nakað av tí, sum Steinbjørn hevur givið út, frá tí at hann í 1966 gav út sítt fyrsta yrkingasavn Heimkoma og til í dag, nú hann hevur lagt hópin av bókum úr hondum: yrkingasøvn, skaldsøgur, barnabøkur, yrkisbøkur og sjónleikir.
Hetta tilfarið, ið vit hava tikið fram, er sett upp í eina lítla framsýning í gongini á Landsbókasavninum.

Endurminningarnar hjá Steinbjørn, sum nú fara at koma, fara ivaleyst at geva lesarunum okkurt, sum eisini kann vera íkast til tulkingina av hansara rithøvundaverki.