Tónleikaheiðurslønin 2002 hjá Norðurlandaráðnum



Mynd: Jens Kristian Vang


Sunleif Rasmussen fær tónleikaheiðursløn

Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins verður í 2002 latin tónasmiðinum Sunleif Rasmussen fyri verkið Symfoni nr.1 Oceanic Days (1995-97).

Hetta hevur Norðurlandska tónleikanevndin (NOMUS) samtykt, eftir at hava mett um verkini, sum hava verið í uppskoti til tónleikaheiðurslønina.

Hetta er fyrstu ferð at heiðurslønin verður latin einum tónasmiði úr teimum norðurlondunum, sum hava heimastýri. Nomus-nevndin sigur um symfoni nr. 1 hjá Sunleif Rasmussen:

"Som en tonkunstens William Heinesen har Sunleif Rasmussen satt Färöarna på den musikalske kartan. Hans Symfoni nr.1 - "Oceanic Days", den första färöiska symfonin , hämtar sin inspiration ur den färöska naturen men också ur färöska uråldriga koraler.

Av detta har Sunleif Rasmussen skapt ett verk med omfattande dimensioner, som uttstrålar en självklar konstnärlig integritet och kombinerar stramhet och struktur med lyrisk känsla."

Umframt heiðurin fylgja 350.000 dkr. við heiðurslønini.

Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2002 verður handað Sunleif Rasmussen á samkomu í operahúsinum í Helsinki 29. oktober, har Esa-Pekka Salonen stjórnar Norrøna Orkestrinum.

Konsertin er samstundis eitt hald í sambandi við at Norðurlanda Ráðið er 50 ár í ár.


Sunleif á vitjan á Landsbókasavninum


Til kunningar:
Verk eftir Sunleif Rasmussen á FLB
Sunleif Rasmussen
Grein um Sunleif Rasmussen eftir Hans Paula Tórgard (Samfundet til Udgivelse af Dansk Musik)
Plakat
Plakat frá fyrstuframførsluni av Oceanic Days