Heima á foldum

William Heinesen 100 ár
Í Norðurlandahúsinum í Føroyum jan-feb 2000. Á Kgl. bókasavninum í Keypmannahavn frá 18. mai til 19. august 2000. [Januar 2000]

H. C. Andersen 200 ár

2. apríl 2005 vóru 200 ár liðin síðani H.C. Andersen varð borin í heim, og í hesum sambandi varð hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni.

Skaldið úr Skálavík

Heðin Brú 100 ár. Á Føroya Landsbókasavni 27. juli 2001 - 1. apríl 2002

Flora Heilmann

Framsýning við myndum eftir Floru Heilmann (1872-1944). Flora Heilmann var donsk listakvinna, sum búði í Ónagerði á Viðareiði árini 1896-1906, meðan maður hennara var prestur har. [apríl 2006]

Eg gekk mær mót' havinum vestur

Ein framsýning um Jákup Dahl, próst. Á Føroya Landsbókasavni juli-august 2000 [Juli 2000]

Á ferð - inn í skaldskapin hjá Jens Paula Heinesen

Føroya Landsbókasavn hevur valt at heiðra Jens Paula Heinesen við eini framsýning um høvundin og skaldskap hansara. Framsýningin er opin fyri almenninginum frá 12. november 2002 til 1. mai 2003. [November 2002]

Kingo á landsbókasavninum

Í ár eru liðin 300 ár síðan Thomas Kingo (1634-1703) doyði. Í hesum sambandi verður eitt tiltak á Listastevnuni, sum fer at snúgva seg um Kingo, og hvønn týdning hetta stóra danska sálmaskaldið eisini hevur havt fyri føroyingar. [Juli 2003]

Chr. Matras 100 ár

Á Føroya Landsbókasavni 7. des. 2000-1. feb. 2001 [Desembur 2000]

Sunleif Rasmussen fær tónleikaheiðursløn

Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins verður í 2002 latin tónasmiðinum Sunleif Rasmussen fyri verkið Symfoni nr.1 Oceanic Days (1995-97). [Februar 2002]

Ein er sögan úr Íslandi komin

Í Norðurlandahúsinum í Føroyum 5. mai 2001 - 4. juni 2001 [Mai 2001]

Námsfrøði á FLB

Eitt úrval [2000]

Steinbjørn B. Jacobsen

Framsýning um ársskiftið í sambandi við at Steinbjørn gav út fyrra bind av endurminningum sínum. [Desember 2004]

Yrkingasøvn á FLB

Eitt úrval [2000]

Tjóðsangurin 100 ár

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár, síðani tjóðsangurin "Tú alfagra land mítt" varð yrktur, hevur Føroya landsbókasavn gjørt eina lítla framsýning. [Februar 2006]

Tríggir úrmælingar frá tvey

Í apríl mánað 1902 vórðu hesir tríggir úrmælingarnir bornir í heim: Jákup C.F. Olsen úr Havn, Martin Joensen úr Sandvík og Halldór Laxness úr Reykjavík. Umframt at vera føddir í apríl, høvdu teir eisini tað til felags, at teir vóru hugtiknir av list og skaldskapi. Fyri at minnast hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya landsbókasavn frá 23. apríl fyri framsýning við ymiskum, sum bókasavnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar. [Apríl 2002]

Kristian Osvald Viderø

Í sambandi við at tað 27. mai 2006 vóru liðin 100 ár síðan K.O.Viderø, prestur og rithøvundur, varð føddur, lat upp framsýning á Landsbókasavninum undir heitinum Víðskygdi vallarin Viderø. [Mai 2006]

Vítt um verøld - ferðaminni og ferðafrásagnir

Í summar, frá juni til september, skipar Føroya Landsbókasavn fyri framsýning av føroyskum frásagnum frá ferðum í útlondum. Talan er um frásagnir, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru útkomnar í bók. [Juni 2003]

Norðurlendsk Fotokapping í Føroyum 2001

Fotoframsýning. Á Føroya Landsbókasavni 8. august - 1. september 2001