Vallarin

1930-árini:
Frá ferðum Kristians í 1930-árunum eru ymsar frásagnir. Gloprutar og óvissar. Rættiliga víða um var hann – í Norður-Noregi hjá samunum, eysturi við Volgaánna, í miðeystri, á Balkan, har hann segðist verða tikin fangi, og heilt suðuri í Afrika var hann. Sagt verður, at í Norður-Afrika var hann farin eitt langt strekki til gongu um reyn og oyðusand, hevði slitið sær skógvarnar burtur undan fótunum. Illa á holdum komin og sárføttur slapp hann síðani yvir um til Spania og haðani onkursvegna til Danmarkar.
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - Formæli eftir Sverra Egholm)

1952:
Á heysti 1952 fór K.O. Viderø á ta tiltiknu jorsalferð, sum hann seinni skrivar um í bók síni “Ferð mín til Jorsala”. Ferðin gjørdist drúgvari, enn hann hevði ætlað. Einki frættist frá honum í langa tíð, og fólk vóru vorðin bangin um hann. Hann kemur afturíaftur, og nú er líkt til at hann fer at støðast.
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - Formæli eftir Sverra Egholm)

1977:
K.O. Viderø hevði starvast sum prestur í Hvalba í nøkur ár, og fór nú frá fyri aldur. Vallarahugurin var har framvegis. Sama árið fór hann av landinum og var ikki aftur í Føroyum síðani. Hann reikaði víða um í suðurlondum, Eysturríki, Grikkalandi, nær- og miðeystri og heilt eystur á Gangesáarbakkarnar. Einsamallur. Hugsandi. Leitandi eftir teim himnesku Jorsalum, eftir sannleikunum, tí sannleikarnir eru margir.
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - Formæli eftir Sverra Egholm)