Yrking

Viderø áttati

Tú vildi ei vera
sum kúgv í tjóðri
kleppaður seyður
tað ið grasið bítur
Eitt fyri og annað eftir
fórt tú út um
og inn um
mark fyri mark
inn til sjálva kjarnuna
frumtokuna.
Læt teg úr um føturnar
úr øllum tínum
stóð so nektaður
millum byrjan og endan
Afturkomin setti tú teg
í bygdarkøkarnar
Havnarstovurnar
at siga frá




Bróstini hvurvu
tú manaði
grikkar og jødar
rómverjar
norðbúgvar og skálvíkingar
fram á gólvini
Tá ið tú seint á kvøldi
ella um náttina
fór
vistu øll ið inni vóru
at sjáldsom vitjan
hevði verið teimum fyri
Og tey royndu at siga frá
hesum ríku løtum
so leingi tey livdu

Steinbjørn B. Jacobsen
(Steinbjørn B. Jacobsen: Tinna
og tám, 1997. - S. 255)