Rithøvundurin

"Viderø hevur skapað sær sítt egna mál, kanska tí at vanligt føroyskt mál kann ikki siga tað, sum hann vil hava fram. Tað líkist føroyskum, men tað tykist meira íslendskt enn føroyskt. Tað er hvørki føroyskt ella íslendskt, men eitt skaldsligt, t.e. fiktivt, mál. Tað styggir ivaleyst mangar lesarar burtur ... tann lesarin, sum hevur bindindi til at stava seg gjøgnum tær fyrstu síðurnar fyri at venja seg við málið, fær tað ríkiliga afturlønt. So livandi og ímyndarríkur er málburðurin."
(Malan Marnersdóttir: Ferðin og lívið
Brá, nr. 18, 1992)

Ikki fyrr enn 33 ár aftaná at Ferð mín til Jorsala kom út, komu tey næstu verkini eftir K.O. Viderø út á prenti. Tað var Bókagarður við Emili Juul Thomsen, sum í 1990 gav 4 bøkur eftir K.O. Viderø út. Síðani hevur Bókagarður givið fleiri av hansara bókum út – m.a. seks bind við bygdasøgum um lív og levnað føroyinga.

Enn liggja fleiri óprentað verk eftir K.O. Viderø. Hann nevnir sjálvur týðingar eftir Leo Tolstoj og Maxim Gorki, men harafturat finnast eisini týðingar av m.a. apokrýfisku bókunum, av Odysseuskvæðnum og av Illionskvæðnum. Millum handritini eru eisini morgunlestrar til hvønn dag í árinum og lestrar til hvønn sunnu- og halgidag eftir báðum tekstarøðunum.