Kristian á Gerðabrekku

Tann 27. mai 1906, varð Kristian Osvald Viderø borin í heim á Gerðabrekku í Skálavík. Tey eru kanska ikki so mong, sum vita hvør Kristian á Gerðabrekku var, men nevnir tú Kristian Osvald Viderø ella bara Viderø prest, so munnu tey flestu hava hoyrt ella lisið um mannin.

Tey flestu hava hoyrt frásagnir um prestin Viderø, sum dugdi so avbera væl at prædika, og oftani uttan at eitt einasta orð av prædikuni var skrivað niður.

Nógvar eru eisini søgurnar um vallaran Viderø, sum ferðaðist kring allan heimin, og oftani uttan at nakar visti hvar hann var.

Eldri fólk minnast eisini frásøgumannin Viderø, sum trøllabant við hugtakandi søgum og frásagnum, og sum eisini sjálvur dugdi sera væl at sita undir, tá onnur søgdu frá.

Tey, ið ikki hava lisið bøkurnar, sum høvundurin Viderø hevur skrivað, hava óivað hoyrt ella lisið um nógv umtalaða ritverk hansara.