Studentatíðin

"Kristian Osvald Viderø kom niður til Keypmannahavnar og stríddi seg, í ófatiligum fátækdømi, fyrst til eitt studentsprógv í 1930 og seinni - í 1941 - til eitt gudfrøðiprógv. Samstundis streyk hann um Europa og Norðurafrika og fortaldi í Studentafelagnum um sínar ferðir, so at fólk stundum sótu sum undir lestri, stundum í skellilátri. Sambært Viderø hittust hann og Janus fyrstu ferð á pisuveitsluni á heysti 1930, tá Viderø hevði tikið studentsprógv. Til hetta høvi yrkti Janus hesa yrkingina:

Til føroysku studentar av 1930

Kjósið tit heldur at halda ta leið, ið løgd er í erva,
illgongt har er: yvir reyn gjøgnum skursl, upp um hóttandi hamrar,
fátt er til matna, og myrkur og kavaroksódnir har valda."
(Hanus Andreassen: J.H.O. Djurhuus : ein bókmentalig ævisøga, bd. 3, s. 70)