Prestastarvið

Steinbjørn B. Jacobsen lýsir K.O. Viderø á prædikustólinum soleiðis:

"Eg minnist einki aftur, hvat hann segði, men gloymi aldri sjónina av honum standandi á prædikastólinum.

Einki handrit. Viðhvørt starandi oman á fjørðin, so tú sá á vangan á honum. Fjarur viðhvørt. Støðgaði leingi á, var sum burturi onkra aðra staðni fyri so knappliga at venda sær móti kirkjufólkinum.

Ein ógloymandi løta. Tað var fyri mær, sum tú sá, hvussu tað fjaraði og fløddi í hansara huga."

(Steinbjørn B. Jacobsen: Kristian Osvald Viderø 80 ár.
14. september, 28. mai 1986)


1947-1952: Prestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi við sæti í Hvalvík

1953-1965: Prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi

1965-1968: Prestur í Norðuroya eystara prestagjaldi við sæti á Viðareiði

1968-1977: Prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Leirum í Hvalba

1977: Legði frá sær vegna aldur