Barnaheimið
Foreldrini Jógvan Mikal Viderø úr Skálavík (1862-1943) og Sibylle Poulsen úr Hesti, kallað Billa, (1869-1958).

Citat um barnaheimið
"Nakrir fáir gyllin av ogn vóru í húsinum, børnini 10 í tali, so lívið í Gerðabrekku var ikki bara dansur á rósum. ... Í Ferð míni til Jorsala, sum Kristian sjálvur gav út í 1957, eru stuttar, meistarligar lýsingar av barnaárunum í Gerðabrekku, av foreldrunum og serliga av mammuni. Mong móðirin er vakurt lýst í heimsbókmentunum, men eingin tykir mær hevur gjørt tað so listarliga væl sum Kristian í hesi bók."
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - Formæli eftir Sverra Egholm)

Um pápan
"Ikki var mikil styrkur í náttverðinum, sum var bæði tunnur og turrligur, skolasúpan, og ein turrur seiður aftur við. Men onnur kraft var í hini andaligu føðini, sum kom aftan á, tá ið faðir settist at lesa kvøldbøn fyrir øllum heimilisfólkinum. .... Allur hin stóri barnaflokkur tyrptist um hann, kleyv upp á skamlar og stólar og toygdi seg upp ímóti honum til tess at síggja í tær merkiligu bøkurnar, sum søgdu frá síðsta degi og øllum hesum dásamliga bæði í himni og á jørð og undir jørðini. Har hjá føður kendist eins og skái mitt í stormi hinar ogurligu oyðingar. Har var gott at vera."
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - S. 34 )

Um mammuna
"Og hinir sólføgru, vónríku várdagar, tá ið tygum stóðu úti í køstinum með barni undir belti, kvísl í hendi og skjúrtið bundið upp á mjødn og fylltu upp á rossini - - - upp um øklar í flógvari, søtt angandi mykju, sum bjóð yvir duldum kreftum og undirdjúpum loyndarmálum.

Vársólin geislaði blessandi um tygum og lýsti glitrandi av hvørjum mykjukøkki.

Sóleyukopparnir, stirdir av vetrarkulda, gloppaðu síni gullnu eygu og kagaðu felmstfullir upp úr veitum og vatnræsum varla trúgvandi sínum egnu eygum.

Blaðungir summardáar stóðu tignir og alkyrrir á vøllinum, allir hvítir í erva, nýliga brotið seg upp úr vetrarfonnunum - - - og smærurnar í síni pýramidisku ró angandi frá sær ilm úr annarligum skaldadroymdum heimum."
(Ferð mín til Jorsala. - Endurpr. útg. 1984. - S. 26)