Bræv til Karsten Hoydal

Enn liggja fleiri óprentað verk eftir K.O. Viderø. Í hesum brævinum til Karsten Hoydal nevnir hann sjálvur týðingar eftir Leo Tolstoj og Maxim Gorki, men harafturat finnast eisini týðingar av m.a. apokrýfisku bókunum, av Odysseuskvæðnum og av Illionskvæðnum. Millum handritini eru eisini morgunlestrar til hvønn dag í árinum og lestrar til hvønn sunnu- og halgidag eftir báðum tekstarøðunum.