Úr Grønlendingasøgu

Forsíða

Føroya Landsbókasavn

Landsbókasafn Íslands - Háskólabókasafn

The Árni Magnússon Institute in Iceland

Norðurlandahúsið


Landsbókasafn Íslands – Háskólabókasafn
í samstarvi við
Føroya Landsbókasavn og Norðurlandahúsið í Føroyum

Lagt til rættis fyri fyrireikararnar: 
Føroya Landsbókasavn, Tórshavn
2001

SÖGURNAR VERĐA SKRIVAĐAR

Íslendingar hava altíð átt bøkur. Ari hin fróði, ið fyrstur skrivaði søgu landsins, greiðir frá írskum einabúgvum, ið vóru í landinum, tá ið norrønir landnámsmenn komu hagar. Hesir hvurvu, men eftir teir lógu írskar bøkur. Skrivikynstrið hevur altíð verið høgt í metum í Íslandi og heilt til dagin í dag hevur stórur dentur verið lagdur á at skriva niður ymsa vísindog endurskriva eldri rit.

Í fyrstani skrivaðu landnámsmenninir rúnir, men eftir kristnitøkuna ár 1000 varð skrivað við bókstavum, og allar íslendskar bókmentir eru skrásettar við latínskum bókstavum. Íslendingar virðismettu kvæðaskaldskap og tilevnaðu serligt skaldamál og kvæðatøkni. Siðvenja var eisini at siga søgur, har fólk kom saman, og soleiðis varð lív hildið í søgunum við ávísum bygnaði, tó við broytiligum sniði. Sum nakað heilt serligt hava íslendingar altíð nýtt móðurmálið sum skriftmál, meðan skrivikynstrið í øðrum evropiskum londum var serogn teirra lærdu. Hesir bóklærdu menn, ið mangan høvdu kirkjuligt embæti, skrivaðu á latíni, fyrst og fremst halgirit, og tekstir teirra gjørdust sostatt aldri fólkaogn.


LANDNÁMIĐ

Íslendingar eiga betri heimildir um sítt egna landnám enn flest aðrar tjóðir. Tær merkisverdastu keldurnar eru Íslendingabók og Landnámabók.

Hildið verður, at Ari hin fróði Torgilsson (1067-1148) skrivaði Íslendingabók og Frum-Landnámu. Skriviháttur hansara er knappur og neyvur, í verkum sínum greiðir hann frá landnámi Norðurlendinga og Kelta í Íslandi, og í Íslendingabók, sum skrivað varð umleið 1130, verða lunnar lagdir undir íslendskt tíðartal í søguhøpi. Har verður eisini greitt frá landnámi Eiríks hins reyða í Grønlandi. Íslendingabók er varðveitt í handriti frá 17. øld, ið er avrit av sera fornum skinnhandriti.


ÍSLENDINGASÖGUR

Søga er eitt samnorrønt orð í týdninginum munnlig frásøgn. Íslendingar nýttu orðið longu ár 1200 og nógv seinni varð orðið tikið í nýtslu í skandinaviskum málum og er nú eitt altjóða bókmentahugtak. Hetta vísir okkum, at søgurnar eru nakað heilt serligt, ið einki annað bókmentahugtak kann fevna um. Eingin veit fyri vist, hvør hevur skrivað Íslendingasøgurnar, vísindamenn eru ikki á einum máli um aldursásetingina, og eingin søga er til í frumriti. Varðveitt søguhandrit eru umleið fjøruti í tali, og flestar søgur eru til í fleiri ymiskum handritum. Hetta vísir, hvussu ágrýtnir íslendingar vóru at skriva og hvussu stórur frásøgutørvurin var. Summar søgur vóru so væl dámdar, at tær vórðu endurskrivaðar í fleiri eintøkum, eitt nú Njáls søga, ið er til í meira enn fimti eintøkum. Trupult er at kanna eftir, hvussu nógv handritini veruliga vóru í tali, tí skalað handrit hava verið beind burtur, so hvørt sum nýggj vórðu skrivað. Eisini er vert at leggja sær í geyma, at sum øldirnar liðu, hava handritini ikki havt tryggar bókagoymslur sum karm, men gingu frá manni til mans og vóru støðugt í nýtslu. Flest eru tey tí illa viðfarin, døkkleitt og trevsut í mun til handritini í grannalondunum, sum mangan eru sannir prýðislutir.

Søgurnar verða vanliga bólkaðar í kongasøgur, íslendingasøgur, biskupasøgur, søgur um íslendskar atburðir í 12. og 13. øld, fornaldarsøgur Norðurlanda og riddarasøgur.


Í skránni fyri framsýningina er eitt yvirlit yvir tær søgur, sum vanliga verða nevndar íslendingasøgur, og greitt verður í fáum orðum frá innihaldinum. Skráin fæst við dyrnar til framsýningina.