Skaldið úr Skálavík

Fyrr í ár varð stórfingin handritagáva latin Føroya landsbókasavni í varðveitslu. Tað eru børnini hjá Heðini Brú, sum hava latið eitt stórt savn av handritum, uppritsbókum, brøvum og øðrum skjølum, ið lógu eftir pápa teirra - rithøvundin og skaldið Heðin Brú.

- Í tí treysti, at tilfarið má verða til gagns og gleði fyri bókmentaliga og søguliga gransking, verður tað latið Føroya landsbókasavni í varðveitslu.

Tað mesta av tilfarinum er nú skrásett, men á hesari framsýningini ber bara til at síggja eitt evarska lítið úrval.

Í hesum tilfari eru at finna frumritini til nakrar av teimum týdningarmestu gimsteinunum í føroyskum bókmentum, nevnast kunnu t.d. handritini til skaldsøgurnar Lognbrá, Fastatøkur og Feðgar á ferð. Her eru handrit til nógvar av stuttsøgunum og til nógvar av teimum týðingum, Heðin Brú gjørdi.

Í tilfarinum er eisini eitt brævasavn upp á eini 2000 brøv, skrivað av vinum og kenningum í Føroyum og uttanlands.

Í vavi fylti henda stórfingna gávan upp í 7 kuffert og 5 pappeskjur.

Nøkur av handritunum, ið nú eru latin Landsbókasavninum í varðveitslu.

Skaldsøgur
Fastatøkur (E602)
Feðgar á ferð (E601)
Leikum fagurt (E605)
Lognbrá (E605)
Men lívið lær (E613)

Stuttsøgur
Avstaðferðin (E603)
Á Kálabergi (E603)
Bardagin við havið (E603)
Búravnurin (E625)
Bøva ((E603)
Ein Skálvíkarferð (E603)
Ein vallaraferð (E603)
Einsamallur í Lítlu Dímun (E603)
Emanuel (E604)
Firvaldar (E603)
Fjallaskuggin (E603)
Fót (E604)
Innidagurin (E603)
Í Dalhúsi (E603)
Krákudóttir (E617)
Krokið (E612)
Mær rennur tokki.... (E603)
Og heystið kom (E604)
Onnur hersøgan (E603)
Ovari vegur (E603)
Pink-Elin (E625)
Purkhús (E603)
Skipbrotin (E603)
Tað fleyg ein lógv (E603)
Uglan (E604)
Urðin (E604)

Týðingar
Antigone eftir Jean Anouilh (E622)
Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren (E614)
Býur okkara. Sjónleikur í trimum pørtum eftir Thornton Wilder (E622)
Dupultmyndin eftir Martin A. Hansen (E612)
Glataðu spælimenninir eftir William Heinesen (E613)
Hamlet. Prinsur av Danmark eftir William Shakespeare (E619)
Harðførar hæddir eftir Emily Bronté (E612)
Harðveðrið eftir William Shakespeare (E619)
Karamassov-brøðurnir eftir F.M.Dostojevskij (E612)
Vælferðin eftir Knut Hamsun (E614)
Ævintýr 1,2,3,5 (E615 og E617)

Endurminningar (E621)

Brøv til Heðin Brú (E610a-f)
Umleið 2000 brøv frá vinum og kenningum innanlands og uttanlands, skrivað í tíðarskeiðnum 1929-1976.

Aftur til forsíðu
Skaldið
FLB 2001