Heðin Brú

"Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnugur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum.... tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips. Hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burturúr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til. Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. - Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann. Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.
Tá ið Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar."

Árni Dahl. Føroysk bókmentasøga II, 1981

Lívsverk
1901 Føddur í Skálavík
1919-20 Á Føroya Fólkaháskúla
1928 Prógv sum búnaðarfrøðingur
1930 Lognbrá (skaldsøga)
1935 Fastatøkur (skaldsøga)
1936 Fjallaskuggin (stuttsøgur)
1940 Feðgar á ferð (skaldsøga)
1942-68 Landbúnaðarráðgevari
1948 Flókatrøll (stuttsøgur)
1959-74 Ævintýr, bd. 1-6 (týðing)
1960 Úr ævintýrheimi (týðing)
1961-70 Varðin (ritstjóri: bd.34-39)
1962 Føroyingasøga (týðing, saman við Rikard Long)
1963 Leikum fagurt (skaldsøga)
1964 W. Shakespeare: Harðveðrið (sjónleikur, týðing. Varðin, bd. 37)
1966 Purkhús (stuttsøgur)
1968 J. Anouilh: Antigone (sjónleikur, týðing. Varðin, bd. 38)
1969 J. Anouilh: Hamlet. Prinsur av Danmark (sjónleikur,týðing)
1970 Men lívið lær (skaldsøga)
1971 Búravnurin (stuttsøgur)
1972 Tað stóra takið (skaldsøga)
1972 Knut Hamsun: Vælferðin (týðing)
1975 William Heinesen: Glataðu spælimenninir (týðing)
1975 William Heinesen: Móðir Sjeystjørna (týðing)
1977 F.M.Dostojevskij: Tey á Steffansleiti (týðing)
1978 F.M.Dostojevskij: Karamasov brøðurnir, bd. 1-3 (týðing)
1978 K.F.Münchhausen: Münchhausen greivi sigur frá (týðing)
1980 Endurminningar
1980 Astrid Lindgren: Brøðurnir Leyvuhjarta (týðing)
1981 J.L.K.Grimm: Tann stóra ævintýrbókin (týðing)

Chr. Matras um Heðin Brú:
"Pennur tín átti ongantíð at verið turrur"

"...Eingin haldi eg veit betur enn tú, hvussu lítið teir føroyingar, sum eiga eitt mál, kenna seg hava haft um fót av bókamáli okkara. Ger tað tær mun, so er tað heldur skorða enn meinbogi. Fjallaskuggin, nógv úr Lognbrá og mangir partar úr Fastatøkum, eisini Flókatrøll, sjálvsagt, eiga tað vænasta og beinraknasta mál, sum nakað prosaskald fær skrivað?. Í tí lýriska, í tí humoristiska (Feðgar), har lýsir kanska best hetta eiggiliga bygdamálið, tú hevur fingið at gera burturúr..."
í brævi 12/2-1962

"...Tú ert meistarin, sum dugir at taka til so føroyskliga sum eingin annar..."
í brævi 21/12-1961

"Tú veitst, hvussu nógv tú ert verdur í bókmentum okkara, og hvussu tú ert førur fyri at ríka mál okkara í skaldsligum prosa. Pennur tín átti ongantíð at verið turrur!-"
í brævi 19/10-1962

Aftur til forsíðu
Framsýningin
FLB 2001