
|
Bábelstornið / Regin í Líð. - Tórshavn : Hitt føroyska bókmentafelagið, 1909. - 262 síður
Lýsing Fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Politisk ættarsøga. Vit fylgja húsfólkunum á tveimum gørðum um trý ættarlið. Umframt at lýsa samskifti millum menniskju í gerandisdegnum leggur høvundurin hendingarnar til tey politisku so livandi árini umleið 1950. Sagt verður m.a. frá um stríðið millum føroyskt og danskt og afturhaldið í Føroyum mótvegis teimum, ið hava leitað sær út um eingjagarðarnar at vinna sær útbúgving.
Aðrar útgávur 2. útgáva, endurprent ; Tórshavn : Emil Thomsen, 1987. - xxxiv, 262 síður.
Prentað eintøk 1. útgáva - óvist, men í brævi til Símun av Skarði frá dana, sum biður lata seg fáa eintak av skaldsøguni, sigur hann seg hava frætt, at hon bert er útkomin í 80 eintøkum.
Bókin byrjar soleiðis "Sunneva uppi í Stovu var av útsjónd bæði beinstór og skrámut. Hitt kvinnuliga yndið hevði ongantíð verið hennara ogn; men hon hevði haft mangt fram um aðrar kvinnur í øðrum lutum ..." Tíð: 6.25 min.
 Fílan kann goymast á telduni. Høgraklikkið á knøttin.
|