Landsbókasavnið hevur ofta almennar framsýningar um ymisk evnir í hølinum á J. C. Svabosgøtu 16 í Tórshavn. Í 2000 byrjaði ein arbeiðsbólkur at endurútgeva myndir og tekst frá hesu framsýningar á heimasíðu Landsbókasavnsins. Heimasíðan er broytt ofta sum ár eru gingin, og vit hava nú valgt at savnað tær eldru framsýningar okkara á framsyning.net. Umframt at vísa tær gomlu framsýningar okkara, fara vit at gera nýggjar framsýningar og gera tær atkomiligar umvegis framsyning.net.

Hetta ger eisini at fólk ið ikki hava møguleika fyri at koma inn á Landsbókasavnið tá ið framsýningar eru, fáa tann møguleika at kunna síggja netframsýningina ístaðin.