Skjaldrini hava, sum tey gomlu kvæðini, sín uppruna í miðøldini, og hava tey ofta okkurt samband við tekstir úr hinum Norðanlondunum.
Um øll skjaldrini er at siga, at tey hava verið sungin ella søgd fyri børnum, ikki bara tá ið tey fóru at leggja seg, men eisini aðrar tíðir á degnum.
Til kvøldsetur hittust fólk og søgdu søgur og sagnir og lærdu kvæði, vísur og skjaldur, samtíðis sum tey arbeiddu ella fingust við ymiskt ítriv.
At skjaldra merkir at skrøgga, møsna ella fáast við okkurt.
Á sama hátt sum kvæðini, ið hava livað á mannamunni, høvdu skjaldur, rím og remsur avgerandi týdning fyri, at tað føroyska málið fótaði sær í kappingini við danskt.
Úr: Skjaldur, rímur og ramsur, Marianne Clausen
Stiðin, 2012
Í 1969 skrivaði tónaskaldið
Birgitta Hylin (1915-1998)
nótar til skjaldrið Tívils døtur, sum tað ljóðaði úr munni
Jóhonnu Mariu Skylv Hansens
(1877-1974), í Nólsoy.
Henda - og fleiri variatiónir av Tívils døtur, vórðu prentaðar í Skjaldur, rímur og ramsur (2012) sum Marianne Clausen
(1947-2014) ritstjórnaði.
Í 1989 komponeraði tónaskaldið Sunleif Rasmussen
Fantasi yvir Tívils døtur
fyri klarinett og horn.
Motivið, sum er endurtikið,
í annars abstrakta tónleikinum, er við íblástri frá útseting
William Heinesens (1900-1991)til skjaldrið Tívils døtur.
Skjaldur eru sangirnir hjá børnum, teir sangir, sum foreldur, ommur og abbar og onnur syngja fyri teimum og læra tey. Skjaldur eru ikki bara vøgguvísur ella teljiramsur – tvørturímóti er ofta talan um bæði langar og stundum fløktar frásagnir um tær merkiligastu hendingar ella um løgin fólk og yvirnatúrligar skepnur. (Føroya ljóð, 2014)
Dansk-føroyski tónleikabólkurin Valravn spælir eitt bland av skandinaviskum fólkatónleiki og elektroniskum tónleiki. Tey framføra við nútímans ljóðførum og eftirgjørdum ljóðførum frá miðøldini.