Í stovu still og um víðan vøll

Hósdagin, 3. september 2015 lat upp framsýning á Landsbókasavninum, sum Søvn Landsins skipa fyri. Framsýningin hevur heitið Skaldskapur av manna munni – siðbundna upploysnin, og hon skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna.

Siðbundni skaldskapurin av manna munni broytist og fær annan týdning í endurnýtsluni, tá ið hann verður framborin á nýggjan hátt, í nýggjum miðlum og í nýggjum høpi. Her er talan um samspæl millum fortíð og nútíð, og eisini um eina leitan aftur til røturnar eftir íblástri í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini.

Frá at hava verið inngrógvin partur av gerandislívi okkara í øldir, verða kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur frá fyrst í 19. øld við romantikkini gjørd til tekin um eina meira sanna fólksliga mentan, sum tá varð hótt av nýggjum modernaðum fatanum og lívshátti.

Stig vórðu longu tá tikin til at varðveita og fáa lív í aftur hesa upprunamentan. Sum partur av tjóðskaparrørsluni verður henda mentan síðan tikin fram sum nakað sermerkt, sum eitt ið eyðmerkir okkum sum fólk og tjóð. Hóast tað er tað mangan møtimikið at halda fast um hesa mentan í upprunalíki, tá ið so nógv annað dregur. 

Við 21. øld kemur ein nýggj tíð við alheimsgerð, og vit fáa alt fleiri dømi um, at eldri skaldskapurin kann brúkast í royndunum at fáa fastatøkur á eini alheimsligari fjøld, sum leitar eftir tí sermerkta, tí sum víkir frá mentanarliga høvuðsstreyminum. Í nýtímans sonevnda netverkssamfelagnum, sum er lýst í verkunum hjá eitt nú sam-felagsfrøðingunum Anthony Giddens og Manuel Castells, fær samleiki, bæði hjá einstaklingi og tjóðini, alt størri týdning í politikki og mentan. Samleiki er ikki longur givin, men skal skapast. Samleiki kann tó brúkast sum avbyrging, men eisini í stríðnum fyri viðurkenning, ella sum ein máti at vísa á tað fjølbroytta og marglitta lívið. Tað kann tykjast sum ein andsøgn, men í alheimsgerðini fær tað staðbundna størri týdning, enn tað hevði áður.

Á hesi framsýningini á Landsbókasavninum verða tey fýra sløgini av skaldskapi, sagnir, ævintýr, kvæði og skjaldur, lýst hvørt fyri seg. Men felags er tó, at vit í øllum fýra førunum síggja dømi um uppruna og uppskriftir, og vit síggja, hvussu hesin fólksligi skaldskapurin serliga í seinnu helvt av farnu øld og í 21. øld verður fluttur víðari í upprunalíki ella broyttur.

Vit kunnu fyrst nevna útgávuna Í skýmingini. Skjaldur og ævintýr, sum Sofía Petersen savnaði og gav út á egnum forlagi í 1948. Útgávan var prýdd við sermerktu skurðmyndunum hjá listakvinnuni Elinborg Lützen. Annað dømi kundi verið relieffini við myndevnum úr Sjúrðarkvæðinum, sum William Heinesen saman við soninum Zachariasi gjørdi í 1956 til samkomuhøllina í tí tá nýggja Kommunuskúlanum í Havn. Hesi relieffini eru nú tey flestu til skjals á Listasavninum í Havn, sum í summar sýndi tey fram á framsýningini Kvæði í list, sum var sett upp í sambandi við altjóða kvæðaráðstevnuna, sum var í Havn dagarnar

Í 1971 gav tónleikabólkurin Harkaliðið út LP við sama heiti. Umframt yrkingar, sum løg vórðu sett til, vóru eisini innspælingar av kvæðum á plátuni, m.a. eitt nútímans rytmisk lag, ið var brot úr kvæðinum Ólavur Riddararós. Hetta var hildið at vera brot á hevd, og slapp ikki undan at verða átalað. Síðan hava bæði bólkarnir Valravn og Týr givið út sínar útleggingar av sama kvæði.

Skaldskapur av manna munni hevur eisini verið nýtulkaður av okkara kendu tónlistafólkum, eitt nú bólkinum Enekk, Eivør Pálsdóttir og Sunleif Rasmussen.

Grindavísan hjá Christian Pløyen kom út sum teknisøga í 1989. Hetta var skúlabók við tekningum eftir Óla Petersen, sum Paulivar Andreasen og  Ása Magnussen løgdu til rættis. Hetta kann síggjast sum dømi um útgávu, sum knýtir læring saman við undirhaldslesnaði, sum børn kenna frá teimum væl dámdu altjóða teknisøgu-útgávunum.

Í hesum døgum stendur annars harðligt stríð, um grindadrápið skal kunna halda fram sum partur av okkara vinnu- og siðmentan, og hetta gevur afturljóð í miðlum víða um heim. Hetta ger okkum meira varin ikki at brúka grindadrápið ov nógv í okkara marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland.

Tað hevur leingi verið vanligt at geva út kvæðabøkur. Av nýggjari útgávum kann nevnast skúlabókin Vinmenn, sum Árni Dahl legði til rættis. Edward Fuglø teknaði myndir og Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út 2001. Í hesi útgávu stóðu kvæðini Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Bjarnabani, Sigmunds kvæði yngra og Leivs kvæði.

Árini 1998-2005 gav forlagið Bókagarður út stóru heildarútgávuna av kvæðum, Føroya kvæði, sum kom sum fólkaútgáva í 37 skreytbindum.

Tungmálmbólkurin Týr hevur spælt kvæði ella brot úr kvæðum fyri eini altjóða fjøld av tónleikaáhugaðum. Fleri av áhoyrarunum kenna helst onki til siðbundna føroyska dansin. Á útgávuni Eric the Red (Tutl, 2003) spæla Týr brot úr táttinum Regin Smiði úr Sjúrðakvæðinum.

Hetta eru ikki upptøkur av dansi, sum eitt nú tær, ið eru at hoyra í útvarpinum, men tónleikur spældur við kvæðarútmu, men leysur av sjálvum dansinum. Hetta er tónleikur at lurta ella dansa eftir.

Tað kann nevnast her, at Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, savnað og týdd av Hans Christian Lyngbye og við inngangi eftir P.E. Müller, sum kom út 1822, er fyrsta bók, útgivin á føroyskum.

Og nú vit tosa um at endurnýta kvæðini í nýggjum líki, eiga vit eisini at nevna stóru skaldsøguna hjá Jens Paula Heinesen, Frænir eitur ormurin (1973), sum er leysliga bygd yvir hendingar í Sjúrðakvæðinum.

Føroysk ævintýr eru útkomin í fleiri útgávum. Av nýggjari útgávum kunnu nevnast savnið Einaferð var tað. 15 føroysk ævintýr, sum Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út í 2014, 150 ár eftir, at Jákup Jakobsen varð borin í heim. Savnið varð givið út fyri at minnast arbeiðið at savna og útgeva føroysk ævintýr, sum serliga Jákup Jakobsen stóð fyri. Hesi 15 ævintýrini koma út í nýggjum hami, sum forlagið tekur til í tíðindaskrivi. Fýra rithøvundar, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Lydia Didriksen, Oddfríður M. Rasmussen og Oddvør Johansen, hava endursagt ævintýrini og givið teimum ein nútímans málbúna, og fýra listafólk, Ann-Mari Egholm, Edward Fuglø, Herdis Jakobsen og Jón Sonni Jensen, hava myndprýtt ævintýrini. Hetta er útgáva sum eins og aðrar tílíkar útgávur fyrst og fremst vendir sær til okkara børn og til skúlanæmingar at gera tey meira varug við og vekja teirra áhuga fyri okkara mentanararvi.

Marianne Clausen hevur skipað stóra útgávu av føroyskum skjaldrum í verkinum Skjaldur, rímur og ramsur. Orð og løg upptikin 1902-2000 (Hoyvík, Stiðin, 2012).  Nevnast kann, at svenska Birgitta Hylin, ið er ein av teimum týðningarmestu innsavnarunum av føroyskum  

Landsbókasavnið fekk annars í apríl 2015 granskingartilfarið, sum lá eftir Marianne Clausen, tá ið hon andaðist í september í fjør.

Rithøvundurin Oddvør Johansen skrivaði barnasøgu, Kongsdóttirin í Nólsoy, sum Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út í 1996. Søgan, sum er prýdd við tekningum eftir Edward Fuglø, byggir á stuttu søgnina við sama heiti (Kongadóttirin í Nólsoy), sum Jakob Jakobsen skrivaði upp. (søgn nr. 30 í Færøske folkesagn og eventyr, 1898-1901).

Kópakonan man vera ein tann mest viðgjørda føroyska søgnin. Søgnin stendur í Færøsk Anthologi, sum V. U. Hammershaimb gav út í 1891. Kvívíks Jógvan yrkti eisini Kópakvæði um søgnina.
Hetta er søga um alkend menniskjalig viðurskifti, sum eru kend í øllum strandalondum í Norðuratlantshavi. (Anna Brimnæs: Forestillingen om sælkvinden i vestnordisk tradition. Í: UNIFOL Temahefti: Folklore på Færøerne, 1991/1992, s. 99-121, og Enna Garðshorn Mikkelsen og Elsa Heinesen: Kópakonan. Vestmanna, Sprotin, 2015. ) Evni sum kærleiki, svik, illgerð, deyði gera søgnina viðkomandi og hugtakandi. Søgnin snýr seg, sum so mangar aðrar sagnir, eisini um sambandið og munin millum menniskju og náttúru, og gevur okkum ábendingar um, hvat kann henda, fara vit ikki nóg væl um náttúruna.
“Hesi árini eru tað einamest veðurlagsbroytingar og alheimslig upphiting, ið hótta, tí vit fara ikki nóg væl um náttúruna, og sambært tey mest dapurskygdu kann endin væl gerast mangar ferðir ræðuligari enn hevndin frá kópakonuni í Mikladali. Kanska kundi tað verið eitt hugskot at tikið hesa føroysku søgn sum hugagrundarlag hjá teimum, ið føra sítt góða stríð fyri reinari umhvørvi og størri fyriliti mótvegis náttúruni í dagsins heimi.” (Frímerkjaútgáva 2007. Eyðun Andreassen: Kópakonan http://www.stamps.fo)

Vandarnir við veðurlagsbroytingum vóru kanska ikki so áleikandi, tá ið sjónleikabólkurin Gríma, sum varð stovnaður í 1977, gjørdi sjónleik um kópakonuna, har dentur meira varð lagdur á tað samfelagskritiska í søguni. (Ummæli: C.J.J. í 14. September. Mikudagin, 23. november 1977, s. 6)

Søgan um kópakonuna er útkomin í fleiri útgávum, og hon er eisini týdd til onnur mál. Nevnast kann eitt nú Kópakonan eftir Michel Nielsen (Kbh., Mallings, 1984.) Teknað til hesa útgávuna hevur Bente Sivertsen.
Í stuttsøguni Kópakona lýsir Marjun Kjelnæs hugaheimin hjá eini sjúkrasystir, sum kennir seg innistongda í hami, tá ið hon er til arbeiðis á einum sjúkrahúsi. Við at vísa til søgnina um kópakonuna gevur hon eini nútímans arbeiðsstøðu ein mýtiskan dám. (Mjørki í heilum. 14 stuttsøgur. Tórshavn, Bókadeildin, 2001, s. 51-63)

Á sumri 2014 var nýggj standmynd av kópakonuni avdúkað í Mikladali. Standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur evnað til, stendur ytst úti á helluni í logn og í brimi. Tey, ið fyrireika Sjómannadagin í Klaksvík, hava tikið stig til at fáa reist hesa standmyndina. Endamálið við standmyndini er at blása nýtt lív í søgnina um kópakonuna og menna ferðavinnuna í Norðoyggjum.

Á framsýningini á Landsbókasavninum ber til at síggja bøkur, skjøl, handrit, fløgu- og plátuútgávur og ymsar lutir. Í stovuni er stórskíggi har til ber at síggja ein hóp av videobrotum, sum hava tilknýti til evnið og lýsa tað á ymsan hátt.
Tað eru tær tríggjar Annika Smith, Laura Vinther og Heiðrun Hødd Guðmundsdóttir, sum saman við starvfólki á Landsbókasavninum og Søvnum Landsins hava lagt framsýningina til rættis.

Framsýningin er opin í september og oktober, tá ið Landsbókasavnið er opið.

 

Erhard Jacobsen, leiðari