Upprunin til tann dansin, vit nú nevna føroyskan dans, er at finni í Fraklandi, har fólk í 11.-12. øld fóru at troða ein dans, har kvinnur og menn slógu ring
og kvóðu, meðan dansað varð. Henda háttin at dansa nevndu tey carole.
Siðurin at dansa í ring og kvøða aftur við fór sum ein eldur um alt Evropa, og skjótt fóru eisini føroyingar at dansa á sama hátt.
Hvussu nógv tann dansurin, sum nú verður dansaður í Føroyum, líkist tí upp-runaliga carole, er ilt at siga. Føroyingar eru nærum teir einastu, sum hava varðveitt tríeindina; kvæði, tónleik og dans sum eina heild. Tað er tí torført hjá øðrum at fara og uppliva henda dansin á sama hátt sum føroyingar.
Dansurin er kortini ikki tann sami, sum hann einaferð var. Nú verður dansað í stórum dansistovum við skyggjandi ljósi úr elektriskum ljósperum, og hundraðtals fólk eru uppi í ringinum. Í gomlum døgum varð dansað í royk-stovum við moldgólvi, og ljósið kom úr einari lýsikolu undir bitanum, meðan ringurin í flestu førum var heilt lítil.
Úr: Föroya Kvæði. Dánjal Niclasen, 1998