Sagnir eru skaldskapur av mannamunni. Tær eru søgur um tilburðir, ið veruliga hava verið, og um fólk, ið hava livað. Tvey høvuðseyðkenni eru viðvíkjandi sagnum. Tað fyrra er, at ein søgn altíð vil vera sonn, og ikki ein søga, onkur hevur gjørt. At mangt kann koma skeivt fyri við tíðini, at okkurt legst afturat ella dettur burturúr og verður gloymt, er ikki at undrast á, tá ið søgnin verður søgd ætt undan ætt. Hitt høvuðseyðkenni er, at søgnin altíð er bundin at staði, tíð og persónum. Nú kann tað meira enn so vera, at ikki navn, tíð og stað øll verða nevnd í øllum sagnum, men okkurt av hesum verður so altíð víst á.