Úr: Føroysk bókmentasøga 1., Malan Marnersdóttir & Turið Sigurðardóttir
2. Kongurin letur snekkjur smíða har á sløttum sandi; Ormurin langi størstur var, sum gjørdist á Noregis landi.
3. Knørrur varð gjørdur á Noregis landi, gott var í honum evni; sjúti alin og fýra til var knørrurin millum stevni.
10. „Einar skalt tú nevna meg, væl kann bogan spenna, Tambar eitur mín menski bogi, ørvin drívur at renna.“
21. Tríggir gingu teir skipaflotar út av Oyrasundi, Jarnbardur í odda sigldi, jallurin stýra kundi.
46. Úlvur reyði í stavni stendur, gott er í honum evni: „Legg ikki Ormin so langan fram, sum hann hevur longri stevni.“
55. Svaraði Herningur, kongsins svágur, letur so orðum falla: „Tey eigur Eirikur Hákunsson, hann ber ein yvir allar.“
65. Einar spenti Tambarboga, pílurin streingin strongdi, Pílur fleyg yvir jallsins høvur, róðurknappin sprongdi.<(p>
80. Jallurin valdi sær reystar garpar, fáir finnast slíkir, snarliga aftur á Ormin sprakk, tá mátti Herningur víkja.
Úr: Nýggja kvæðabókin, 1., Jens Chr. Djurhuus (1773-1853)