Eina ferð var tað ein kongur í Skotlandi, sum æt Jákup 2. Hann búði á einari stórari kongsborg, sum var gjørd úr tjúkkum, laðaðum gróti og hevði bæði torn og tindar og sterkan borgargarð rundanum. Jákup kongur átti tríggjar smáar døtur, og tær spældu dagin langan bæði úti og inni á borgini. Tær sluppu at renna kapp á teimum 500 trappunum, og tær spældu krógva og blunda í teimum 30 stovnunum og 25 kømrunum, og viðhvørt sluppu tær út í tann stóra aldingarðin at spæla pikk og henta súrepli, blommur og nøtir, sum vuksu har á trøunum. Tær hildu alt vera so stuttligt – og fínar vóru tær eisini í sínum reyðu, gulu ella grønu kjólum av ektaðum silki og í skóm av geitaskinni. Og tær blivu størri og størri og lærdu at lesa og spinna og veva, og tær skundaðu sær at læra seg tær nýggjastu vísurnar, sum øll fólk í landinum gingu og murraðu.

Men so ein góðan dag fylti tann elsta kongsdóttirin, sum æt Marianna, 14 ár, og kokkurin sendi hana oman í aldingarðin at henta blommur til søtsúpanina oman á døgverða.

Tá knappliga bar hon eyga við ein ungan reyðhærdan drong, sum stóð og gav hesti sínum vatn at drekka. Aldrin hevði Marianna prinsessa sæð so vakran drong og so reytt hár. Hon stóð púra býtt og gløddi at honum eina fitta løtu; men raknaði so við og mintist til blommurnar, hon skuldi henta. Í tí saman snaraði drongurin sær á. Tá sá hann kongsdóttrina beint har yviri undir blommutrænum. Aldrin hevði hann sæð so fitta gentu og so gult hár. Mundi hon vera ein av prinsessunum?

 Og tá ið tveir dagar vóru farnir, vistu bæði prinsessan og drongurin, sum æt Díðrikur at tað skuldu vera tey bæði. Tey vóru bara so góð, kanska so góð sum eingin annar í verðini. Tey riðu á hestinum allan dagin, niðan í lynghagan og longri til torvhúsini, har tey vóru allan dagin og næsta dagin við. Men tá ið Jákup kongur fekk snevilin av, at dóttir hansara Marianna prinsessa gekk og beistaðist úti í haganum saman við einum vanligum nesakongi, bleiv hann ræðuliga illur. Hann langaði nevan í veggin og svór, at so leingi sum hann livdi, slapp Marianna ikki at fáa henda Díðrik, sum var ikki annað enn ein hálv-fínur knæbóndi – og hansara dóttir skuldi hava ein prins, ella ið hvussu so er, ein greiva ella barón, tað var tað minsta.

Og hann stongdi Mariannu inni í borgartorninum. Har kundi hon so sleppa at sita og angra og gloyma. Prinsessan legði ikki so nógv í tað. Hon setti seg at karða og spinna, meðan hon sang tær nýggjastu vísurnar. Hon hugdi ígjøgnum tann lítla, grøna rútin í torninum og sá nøkur tjøldur flúgva framvið. Langt, langt uttan við borgargarðin sá hon onkuntíð tann reyða knokkin á Díðriki, sum gekk og longdist, og tá mannaði hon seg upp, bant eitt ótal av troyggjum og skóleistum og segði: „Eg gloymi hann ongantíð.“ Tá ið fleiri mánar vóru farnir, slepti Jákup kongur dóttur síni út aftur úr torninum og trúði nú fult og fast upp á, at hon hevði gloymt Díðrik.

Men ikki hevði hon tað. Hon upp-dagaði, at hon skuldi hava eitt barn og hon elskaði hann bara upp aftur meira enn fyrr, og nú fóru tey at møtast loyniliga um næturnar. Og tey løgdu eina ætlan: tey skuldu fáa sær eitt skip og flýggja burtur og vera saman altíð. ... Í fimm dagar sigldu tey norðureftir. Tá sóu tey eitt oyggjaland, átjan fremmandar oyggjar komu undan, og tey gjørdu av ikki at fara longri. Tey vóru komin til Føroya. Men hvar skuldu tey búgva? Tey kastaðu lut, og tað var Nólsoyggin, sum vann, har skuldi tað vera.

Úr: Kongsdóttirin í Nólsoy Oddvør Johansen, Edward Fuglø myndprýddi, 1996  

 

Ljósmyndarøð