Einaferð var tað ein kongur, sum ynskti sær eina konu. Hon skuldi vera bæði vøkur og klók, men hann fann onga, sum honum dámdi. So læt hann seg í sum ein fátækur drongur og fór út at leita sær eftir einari konu. Seint um kvøldið kom hann til eini smá og fátækslig hús. Hann spurdi fólkini, um hann kundi sleppa at vera har eina nátt. Tey søgdu, at so mátti hann sova í teirra song, tí tey áttu bara eina. „So kunnu vit liggja á gólvinum,“ søgdu tey. „Nei,“ segði hin fremmandi, „eg kann sjálvur liggja á gólvinum.“ Maðurin sá ongan uttan tey bæði, og hann spurdi, um eingin annar búði her. Nei, søgdu tey bæði, eingin annar. Um morgunin heldur maðurin seg hoyra onkran spinna á einum rokki uppi á loftinum.

„Hvør er uppi á loftinum,“ spyr hann, „eg vil sleppa at síggja, hvørt tað er.“ Nú noyðast hjúnini at lata hann síggja dóttur teirra – tí tað var hon, sum hevði spunnið á loftinum. Hann sær nú, at hon er av allar vakrastu gentum. Kongurin er hugtikin av henni, men heldur tað kortini vera í so neyðarsligt fyri seg at hava eina so fátæka gentu til konu.

Hann fer tí heim fyri at hugsa seg um. Men nú ið hann er komin heim, er eingin friður á honum. Hann er blivin forelskaður í henni og hugsar alla tíðina um, hvussu vøkur hon var. Man hon eisini vera klók? Hann veit tað ikki.

Hann ger av at royna hana, so hann skrivar henni eitt bræv. Inn í brævið leggur hann ein spola av silkitráði og biður hana veva sær hetta til eitt gólvteppi. Gentan skrivar honum aftur. Hon leggur eitt træpetti innan í brævið og biður hann gera sær hetta til ein vev so skal hon veva honum eitt teppi. Nú sær kongurin, at gentan er bæði klók og vøkur. Hann heintar hana heim og ger hana til sína drotning. Men eina treyt setir hann henni: Hon skal ikki blanda seg upp í, hvussu hann stýrir ríkinum.

Ein dagin kemur ein fátækur maður í kongsstaðin við eini kvidnari ryssu. Hann setir ryssuna inn í ein rosssastall, har sum fleiri hestar standa. Um morgunin hevur ryssan folað eitt fitt vakurt fyl. Fylið stendur uppi millum allar hestarnar, og teir, sum eiga hestarnar siga, at fylið er teirra. Tann fátæki maðurin noyddist nú at fara við ongum fyli, og hann klagaði um tað, men einki hjálpti.

So fer hann til drotningina sjálva og biður hana hjálpa sær. Hon biður hann taka eitt snøri og fara út á eina sandoyru og halda snørið niður í sandin. Hvørja ferð onkur kemur til hansara og spyr, hví hann situr so, skal hann svara, at líka so ógjørligt, tað er at fáa fisk upp úr sandinum, líka so ógjørligt er tað, at hestar fola.  

Maðurin ger, sum drotningin biður hann. Fólk forvitnast og troka seg saman um hann fyri at hyggja, og tey spyrja, hví hann situr soleiðis, men hann svarar, sum drotningin hevur lært hann: „Líka so ógjørligt tað er at fáa fisk upp úr sandinum, líka so ógjørligt er tað at hestar fola.“ Nú verður maðurin tikin og spurdur, hvør ið hevur lært hann hetta, men hann vil ikki slatra. So verður hann koyrdur í fongsul og píndur, til hann sigur frá. Nú ið kongurin frættir, at drotningin hevur givið tí fátæka manninum ráð, verður hann so illur, at hann koyrir hana frá sær, tí hann hevði forbjóðað henni at blanda seg upp í, hvussu kongsríkið skuldi verða stýrt.

Drotningin sigur, at áðrenn tey skiljast, skulu tey fyrst halda eina veitslu, og síðani vil hon hava ein dýrgrip við – sum eitt minni – áðrenn hon fer avstað. Kongurin sigur, at tað er í lagi. Hon skal fáa, hvat ið hon so ynskir sær. So halda tey veitsluna. Drotningin koyrir svøvndropar í drekkað hjá konginum, so hann sovnar. Síðan tekur hon ein vogn, spennir hestin fyri og leggur kongin í vognin. Vognurin koyrir av stað við honum til húsið, har foreldur hennara búgva.

So leggur hon hann upp á loftið í ta somu songina, sum hon sjálv plagdi at sova í. Nú ið kongurin vaknar um morg-unin, er hann púrasta í ørviti. Hann spyr hana, hví hon hevur gjørt hetta móti sær, men hon svarar: „Tú lovaði mær at taka ein dýrgrip við mær, hvønn ið eg so ynskti mær. Tú, kongur, ert mín størsti dýr-gripur, tí tók eg teg við mær.“ Tá sá kongurin, at drotningin var av klókastu kvinnum. Hon skuldi koma heim aftur við honum, segði hann, og hereftir skuldi hon sleppa at stýra, sum hon vildi, í ríkinum.

Úr: Einaferð var tað ... Oddvør Johansen, Herdis Jakobsen myndprýddi, 2014

Ljósmyndarøð