Ígjøgnum øldir hava kvæði sett sín dám á fólkalívið í Føroyum. Hesi hava verið við til at mynda bæði høgtíðir og gerandisdag hjá føroyingum. Enn í dag seta kvæði sín dám á samfelagið, hóast tað ofta og í fleiri umførum tykist hevur verið líkt til, at hetta skaldskaparslag var við at missa sína støðu til fyrimuns fyri útlendskan skaldskap og onnur meira nútímans sløg av skaldskapi, umframt til tónlistina. Eftir at hava verið niðri í hesum aldudølum, er nú aftur líkt til, at kvæðini eru komin fyri seg aftur, og eru at meta sum á støði við útlendska tónlist, tá ið tað kemur til undirtøku millum manna. Verður samanborið við grannalond Føroya, so hómast ein líknandi gongd ikki. Kvøði verða har ofta mett sum ein fornleivd, og einans verður trivið í tey av antikvariskum ella nostalgiskum orsøkum. Nakar livandi partur av fólkamentanini eru tey ikki longur.

 

Ein náttúrligur spurningur, ið tekur seg upp í hesum sambandi, er, hvussu tað ber til, at føroysk kvæði hava vunnið so stóran frama í føroysku fólkamentanini. Havandi i huga, at tey eru gomul, verða ofta mett at vera stereotyp í strukturi og sniði, og at skaldskapur av hesum slag er ikki serstakliga opin fyri nýgerðum og broytingum, átti ein kanska at væntað, at kvæðini fingu somu lagnu í Føroyum, sum tey hava fingið í okkara grannalondum.  

Tað er eyðsæð, at føroysku kvæðini og føroyski dansurin hava, í hvussu er í 19. øld, tykst sum ein symbiosa; tveir lutir av somu mentanarligu heild, ið hoyrdu saman. Tó so, munur eigur greitt at verða gjørdur á hesum báðum. Kvæði eru ikki neyðuga dansiskaldskapur, og føroyski dansurin kann væl hugsast at verða dansaður til annan skaldskap enn kvæði. Men hesi bæði fyri-brigdini verða tilsamans nýtt sum súmbol uppá føroyska mentan, kanska tey mest framherjandi súmbolini uppá hesa. ...

Ígjøgnum størsta partin av teirri føroysku søguni, um roknað verður fá fyrstu norrønu niðursetumonnunum, ið komu higar til langs umleið ár 800, og fram til okkara dagar, hava kvæði verið við til at sett sín dám á lívið og mentanina í Føroyum. Stóri spurningurin er tó, júst nær tikið varð við hesum. Onkur vil vera við, at frumkvæði, í seinnu kvæðini eru sprotin burturúr, komu saman við niður-setumonnunum, meðan onnur meta, at kvæði neyvan eru eldri enn umleið frá 1400. Við øðrum orðum er sera stórur munur á, nær granskarnir tíðfesta byrjanina til kvøðing í Føroyum. Møguleiki fyri, at kvæði hava verið havd við úr Noregi, og eru komin higar til lands av teimum fyrstu norrønu niðursetumonn-unum, hevur verið havdur á lofti. Aðrir granskarar (teir flestu) meta, at kvøðing neyvan er byrjað í Føroyum fyrrenn umleið 1300-1400.

 

Úr: Endurreisn kvæðanna, Sólfinn Hansen, 2006

 

Sigmundskvæði

Í Noregi býr ein kristin man, Ólavur Tryggvason eitur hann. Noregis menn, dansið væl í stillun! Stillið ydur alla, riddarar Noregis menn, dansið væl í stillun!

Úr: Folkesangen paa Færøerne, Hjalmar Thuren, 1902

Hjalmar Lauritz Thuren (1873-1912) var danskur tónlistarfrøðingur sum savnaði kvæðum og løgum frá umleið trýss menniskjum, í aldrinum millum 50 til 70 ár, í Føroyum í 1902

 

Brinilda thaattur

3. Brinild situr aa Hildar Fjadli Hoon eer Dötur Bûla ; Sijist so tiil uj Bragdar Thaatti, Soul skajn heâna vi Skugga.

4. Brinild situr uj Stoulinun, Kjempur hoon sujt Haar, Fujnt eer Teâ sum Silkji, Gudl beer Liitur aa.

5. Brinild situr uj Hadlina Sum rujkjir genga inn ; Aangan tjikti Bûla Döttur Vera Javnlujka sujn.

Úr: Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, Hans Christian Lyngbye, 1822

Hans Christian Lyngbye (1782-1837) savnaði. Hann var danskur prestur og plantufrøðingur, sum kom til Føroyar í 1817 við náttúrufrøðiligum endamáli. Hann varð so hugtikin av føroyskum ævintýrum og kvæðum at hann gjørdi eina innsavning og skrivaði niður í tá fyrstu bókina sum kom út á føroyskum máli. Johan Henrik Schrøter (1771-1851), sóknarprestur, hjálpti honum at savna og skriva.

 

Risan í Trøðum

Risin í Trøðum fór oman eftir løðum við fullum leypi av tøðum.

Hann átti eina gimbri, halin á henni var ikki longri enn liður á fingri.

Hann átti eina kúgv, hon fór oman eftir brúgv.

Hann átti ein kálv, nú er søgan hálv.

Hann átti eina kvígu, nú man søgan líða.

Hann átti ein hund, hann fór norð í Sund

Hann átti eina tík, hon fór norð í Vík

Hann átti ein døll, nú er søgan øll.

Úr: Skjaldur, rímur og ramsur, 2012

Tónasmiðurin og málarin Jógvan Waagstein (1881-1953) savnaði inn umleið 1930

Ljósmyndarøð