Bábelstornið 100 ár Tað eru liðin 100 ár síðani Rasmus Rasmussen gav út skaldsøguna Bábelstornið undir dulnavninum Regin í Líð. Landsbókasavnið hevur í hesum sambandi gjørt eina netframsýning, har myndir, ljóð og talgilt tilfar bera framsýningina. ![]() Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909, men áðrenn tað hevði hon staðið í Tingakrossi sum framhaldssøga undir heitinum Ættarbregi. Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan eitt slag av ævisøgu um tjóðskaparrørsluna, sum varð fødd í uml. 1870. Rasmus Rasmussen var føddur í Miðvági í 1871. Utbúgving fekk hann á Vallekilde og Askov háskúlum í tíðarskeiðinum 1892-98, og á Danmarkar læraraháskúla í 1898-99. Í 1899 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við Símuni av Skarði, Føroya fólkaháskúla, sum hann undirvísti á í 48 ár, til hann legði frá sær í 1947. Umframt ein hóp av greinum og røðum, skrivaði Rasmus Rasmussen eisini fagrar- og yrkisbókmentir. Tað fyrsta, Rasmus Rasmussen læt prenta við skaldsligum innihaldi, var yrkingin Kunnleiki, sum stóð í Fuglaframa í 1901. Í 1907 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við A.C. Evensen og Anton Degn Hitt føroyska bókmentafelagið, sum í nøkur ár gav út føroyskar bøkur. Rasmus Rasmussen doyði í 1962. Tey, ið hava viðmerkingar til framsýningina, eru vælkomin at senda tær til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. |
Heimildir Bábelstornið / Regin í Líð. - Tórshavn : Hitt Føroyska Bókmentafelagið, 1909. |
|
Bábelstornið / Regin í Líð. - 2. útgáva, endurprent. - Tórshavn : Bókagarður, Emil Thomsen, 1987. | |
Bábelstornið : ljóðbók / Regin í Líð / lesari: Olivur Næss. - Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2009. | |
Dialog i Babelstårnet : analyse af Regin í Líðs prosaforfatterskab / Kirsten Brix. - Tórshavn : Kirsten Brix, 2001. | |
Fyrsta føroyska skaldsøgan : Regin í Líð: Bábelstornið / Tummas Lenvig. - Klaksvík : Egið forlag, 1995. | |
Føroya fólkaháskúli : 1899-1949. - Tórshavn : Føroya Fólkaháskúlafelag, 1949. | |
Højskolemændene Símun av Skarði (1872-1942) og Rasmus Rasmussen (1871-1962), en bio-bibliografisk undersøgelse : intern hovedfagsopgave / Guðrun Gaard ; studievejleder: Hans Bekker-Nielsen. - Odense : Guðrun Gaard, 1988. | |
Rasmus Rasmussen og Bábelstornið : ritgerð til exam. art. próvroynd í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum / Guðrun J. Gaard. - Tórshavn : Guðrun Gaard, 1985. |
Takk fyri vælvilja og gott samstarv
Carl Jóhan Jensen, Ingi Rasmussen, Guðrið Poulsen, Guðrun Gaard, Hans Andrias Sølvará, Herman Oskarsson, Kirsten Brix, Malan Marnersdóttir, Margreta Næss, Mentamálaráðið, Raclip, Søgu- og samfelagsdeildin, Skúlin við Løkin, Tjóðpallur Føroya, Tummas Lenvig, Unn Paturson, Vár í Ólavsstovu.