Í okkara tíð kenna vit ævintýr mest sum søgur í bókum fyri børn, men í sínum eldri mentanarliga jørðildi vóru tey munnligar frásagnir í fleiri fláum fyri bæði vaksin og børn.
Ævintýrini eru ikki sannar frásagnir frá veruligum hendingum. Víða hvar og á mongum málum í Evropa, Asia og Afrika eru ævintýr savnað, uppskrivað og varðveitt í 19. og 20. øld. Tá vit hartil hugsa um, hvussu lík tey mangan eru, hóast tey hava verið borin um øll mørk og gjøgnum øldirnar í menniskjans svikaliga minni, eru vit noydd at viðurkenna, at tey eru meira enn bert undirhald fyri børn. Okkurt meira alment og djypri liggur í teimum.
Úr: Ævintýr, Eyðun Andreassen
Fróðskapur, 2014
Jákup Jakobsen (1864-1918) savnaði ævintýr eftir munnligari frásøgn á ferðum í Føroyum í 1892-93 og aftur í 1898.
Sum heild víkja føroysk ævintýr ikki frá ævintýrum í næstu norðurlendsku grannalondunum og eru helst komin haðani seint í tíðini, heldur Jákup Jakobsen.
Úr: Ævintýr, Eyðun Andreassen
Fróðskapur, 2014, mynd: Lítla Giljanna ella
Risans klóta
Heimildarfólk:
Erika Katrina Johannesen
av Syðradali í Kalsoy
Risans klóta
Heimildarfólk:
Súsanna Abrahamsen
í Mykinesi
Eitt úrval av søgum skriva av føroyskum børnum í tíðarskeiðinum 1961-1966.
Upptøka: Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Húsavík 1971.
Spælitíð: 09:05
Tað eyðkenda við ævintýrinnsavningini er, at ein stórur partur av heimildarfólkunum eru konufólk. Ævintýrini eru søgd frá einum ættarliði til annað, og eru, sum árini eru liðin, umskapað og tillagað eftir einari meiri nútímans áskoðan. (Úr: Einaferð var tað, 2014)
brot nummar eitt
Veiða vind
Rakul Helmsdal, Janus á Húsagarð & Kári Bæk
Upptøka: Brot úr Veiða Vind, 2011.
Spælitíð: 01:52.
Í hesum tónleikaævintýri eru kvæði, tónleikur, drekar, hugflog og veruleiki blandað saman til eina nútímans myndabók fyri børn.