VÍTT UM VERØLD
Ferðaminni og ferðafrásagnir


Frá framsýningini

Vítt um verøld
Ferðaminni og ferðafrásagnir

Í summar skipar Føroya landsbókasavn fyri framsýning av føroyskum frásagnum frá ferðum í útlondum, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru útkomnar í bók.

Ferðafrásagnir eru ein væl kend og dámd bókmentasjangra. At vilja uppliva tað fremmanda, tað spennandi, tað, sum er øðrvísi, og tað forkunnuga, tað liggur til tey flestu av okkum.
Og hetta er ivaleyst eisini tað, sum fær okkum at spara saman, so at vit sleppa avstað.
Onkur hevur enntá knýtt lívið at ferðingini: at ferðast er at liva, sum H. C. Andersen skal hava sagt. Á okkara døgum, nú arbeiðið fer avstað við tí mesta av okkara tíð, og tilveran mangan kennist fábroytt, er tað gott at sleppa burtur; burtur frá gerandissjagginum til hvíld, upplivingar og tað góða veðrið.

Men at ferðast nýtist ikki bara at vera endurbót fyri eina tilveru, ið er merkt av strongd.
Vit ferðast ikki bara fyri at liva, men eisini fyri at uppliva og læra. Og nøkur skriva so frásagnir frá ferðunum.

Ferðafrásøgnin er eisini ein gomul bókmentasjangra. Longu tá ið Herodot skrivaði sína Søgu í 5. øld. fyri Kr.f., sigur hann frá mongu ferðum sínum og brúkar tær sum próvtilfar í sínum søguligu metingum og niðurstøðum. Ikki minni kendar eru landafrøðiligu frásagnirnar hjá Marco Polo frá ferðunum í Kina í 13. øld., ella frásagnirnar frá stóru rannsóknarferðunum í 15. og 16. øld.
Eitt serligt slag av ferðafrásøgn, við denti á tað mentunarliga og á ferðing sum andaliga búning, er Italiuferðin hjá Goethe, sum kom út í 1816-17.
Í 1897 gevur Mary Kingsley, ein av fleiri kendum kvinnuligum ferðandi, út bókina Travels in West Africa.
Av mongu norðurlendsku høvundunum, ið eisini hava lagt lunnar undir ferðafrásøgnina sum bókmentasjangru, kunnu nevnast eitt nú H. C. Andersen og Jens Baggesen.

Eitt nýtt slag av mentunarferð eru tær frásagnir, sum eru skrivaðar seint í 20. øld., frá triðja og fjórða heiminum, frá ferðum millum fólk og fólkasløg, eisini sonevndum upprunafólkum, sum hava kent sviðan av kolonitíðini, uppreistri, kollvelting og kríggi. Her hava nýggir og yngri altjóða viðurkendir høvundar gjørt vart við seg, ja, summir hava eisini roynt at menna og dagføra ferðafrásøgnina t.v.s. sjálva sjangruna. Dømi um hesar eru m.o. sviin Jan Myrdal, Oscar Lewis, V. S. Naipaul, Bruce Chatwin og danin Carsten Jensen.

Og so eiga vit ikki at gloyma, at tær nýtist ikki at ferðast fyri at skriva ferðafrásagnir. Ferðafrásagnir, sum eru skaldsøgur, eru heldur ikki so fáar. Til dømis hevur Jeffrei Henriksen týtt til føroyskt part av Homerisku kvæðunum um mæta ferðamannin Odysseus. (Tórshavn, Føroya Lærarafelag, 1982). Daniel Defoe skrivaði Robinson Kruso, sum kom út í 1719. Á føroyskum kom 3. endurskoðaða útg. út í 1990 við eftirmæli eftir Turið Sigurðardóttur. Sverre Patursson týddi og gav út 1. útg. í 1914. Á føroyskum eru eisini komnar søgurnar um Gulliver, sum Jonathan Swift (1667-1745) skrivaði: Ferð Gullivers til Pinkulingalands (før. útg. 1922, Chr. Matras týddi) og Gulliver í Risalandi (før. útg. 1961, Jacob Olsen týddi). Kend er eisini skaldsøgan Kring jørðina í 80 dagar eftir Jules Verne, sum kom út 1873 (før. útg. 1995, Knút Olsen umsetti). Eitt dømi um skaldsøguhøvund frá okkara tíð, sum skrivar ferðaskaldsøgur, er Ernest Hemingway. Bara fyri at nevna nakrar fáar. Og hetta skaldsøguslagið verður framvegis skrivað, tí onkustaðnis skulu hendingarnar í søgunum fara fram.

Vit kunnu eisini spyrja, hví fólk ferðast. Burtursæð frá stuttleikaferðunum, sum hava til endamáls at geva okkum megi til at fara undir nýtt verk og nýtt arbeiðsár, - ferðir, har tað snýr seg um at stuttleika sær og hava tað gott, men sum verða skjótt gloymdar - so roynir tann hugsunarsami og nágreiniligi ferðamaðurin at víðka sín sjónarring og at skilja seg sjálvan sum part av eini størri og fjølbroyttari heild. Summi sóknast eftir tí eksotiska. Onnur eru ágrýtin ferðafólk og royna at ferðast so víða ella so langt sum tilber skjótast tilber. Nógv leita til søguliga ella átrúnaðarliga viðgitin støð, tí tað hoyrir seg líkasum til at hava verið á staðnum. Summi fáa á ferðini staðfest teirra fatan, at eins egni liviháttur og mentan er nú einaferð tað besta. Onnur ferðast fyri at finna nýggjar fyrimyndir ella avdúka skeivleikar og vísa á, at tað er ein øðrvísi heimur uttanfyri bøgarðarnar, ein heimur, sum vit eiga at geva gætur.
Jú, ferðastøðini og ferðamátarnir eru so ymiskir, og so eru eisini ferðafrásagnirnar.

Í hesum bókalistanum er savnað eitt úrval av ferðafrásagnum, sum føroysk ferðandi hava skrivað. Talan er um bæði styttri frásagnir og um heilar bøkur. Og hesi fólk hava ferðast víða. Hvør kennir ikki vendingina, at føroyingar hittir tú allastaðnis.

Frásagnirnar eru sum heild rættiliga vanligar í stíli.
Sagt verður frá hendingunum, sohvørt sum tær koma fyri. Høvundarnir siga frá tí, sum teir síggja og uppliva, og gera sær viðhvørt metingar um, hví viðurskiftini eru, sum tey nú einaferð eru. Fleiri av frásagnunum stuðla uppundir okkara vanligu fatan av viðurskiftunum, aðrar seta spurnartekin við okkara fatan og koma við nýggjum upplýsingum. Tey flestu hava vitað rættiliga væl, at eitt nú náttúran, fornminni, tjóðskaparlig eyðkenni og tílíkt eigur at takast við í eina ferðafrásøgn. Tey siga frá tí sum hugtekur og vekur undran ella andstygd, eins og aðrir høvundar, sum royna at brúka sjangruna á nýggjan ella øðrvísi hátt.

Bókalistin er skipaður fyri ein part eftir høvundi ella evni, men annars eftir ferðastað.
Roynt hevur verið at seta saman eitt so fjølbroytt yvirlit av ferðafrásagnum, sum nú einaferð gjørligt.

Ítróttar-, konsert-, lestrar- og kanningarferðir eru tó stórt sæð ikki tiknar við í listan. Heldur ikki eru frásagnir frá fiskitúrum, ella frá ferðum til skips nær ella fjar, tiknar við, hóast hesar ferðir eisini í mongum førum kunnu kallast ferðafrásagnir, eitt serligt føroyskt slag av frásøgn, sum tað kanska verður høvi til at taka upp í eini seinni framsýning.

Juni 2003

Til bókalista >>