Tríggir úrmælingar frá tvey

23. apríl 2002


Landsbókasavnið heiðrar tríggjar úrmælingar frá tvey

Í apríl mánað 1902 vórðu teir tríggir úrmælingarnir Jákup C.F. Olsen úr Havn, Martin Joensen úr Sandvík og Halldór Laxness úr Reykjavík bornir í heim. Nú var tað at vera føddir í apríl ikki tað einasta, sum hesir tríggir høvdu til felags. Teir vóru allir hugtiknir av list og skaldskapi, vóru antin rithøvundar, listamálarar, teknarar ella leiklistamenn, onkur teirra alt hetta í senn.

Framsýning
Fyri at heiðra hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya landsbókasavn fyri framsýning við ymiskum, sum bókasavnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar. Talan er um eitt nú bøkur, handrit, brøv og myndir, sum lýsa partar av virkseminum hjá hesum trimum. Framsýningin verður sett á samkomu á Landsbókasavninum 23. apríl, sum umframt at vera føðingardagur hjá Halldór Laxness eisini er altjóða bókadagur. Á setanini er upplestur og tónleikur á skránni.

Jákup C. F. Olsen
Jákup C. F. Olsen, vanliga róptur Zahle, var elstur av hesum trimum, føddur 4. apríl.
Hann hevði starv á posthúsinum í Havn, men hevði eisini fjølbroyttan áhuga fyri mentan og list. Hann var virkin í Havnar Sjónleikarfelag, frá tí tað varð stovnað, og kom upp í nevndina í 1930. Seinni var hann eisini formaður í felagnum. Frá hesum arbeiði kom Jákup Olsen at kenna William Heinesen, og teir gjørdust vinmenn og listarligir arbeiðsfelagar.
Jákup Olsen dugdi væl við litum og fekst við at tekna og mála. Serliga gjørdi hann vart við seg sum leikpalla-málari. Hansara leikpallar vóru ein livandi partur av sjónleikinum, sum onkur hevur tikið til. Men Jákup Olsen kann eisini sigast at vera okkara fyrsti sniðskapari, ella designari. Hann teknaði til tíðarrit, jólabløð og lesibøkur og skar bókakápur í linoleum. Eisini teknaði hann skreytbløð, jólakort, blaðhøvd, pengaseðlar, búmerki og etikettir. Helst eru fleiri sum ikki vita, at tað var Jákup Olsen, sum gjørdi búmerkið hjá eitt nú Havnar Hornorkestri, H. N. Jacobsens Bókahandli, Tórshavnar Sjómansheimi og sodavatns- og øletikettirnar hjá Restorffs Bryggjarí.
Jákup Olsen, sum sjálvur var listamálari, var saman við William Heinesen millum teir fyrstu, sum skipaðu fyri listaframsýningum í Havn. Á einari framsýning í tjúgunum var eisini Mikines umboðaður, hóast hann tá ikki var vorðin viðgitin.
Jákup C. F. Olsen andaðist 12. juni 1963

Martin Joensen
Rithøvundurin Martin Joensen er føddur 19. apríl. Hann var nøkur ár til skips, fór á háskúla, og í 1926 tók hann læraraprógv. Martin Joensen arbeiddi sum lærari, men var eisini virkin í politikki, javnaðarmaður og blaðstjóri á Føroya Social-Demokrati. Fyrsta og kendasta skaldsøga hansara, Fiskimenn, kom út í 1946. Hetta var sosial-realistisk skaldsøga, sum vit vildu kallað tað í dag.
Og tað sosiala er týðandi partur av skaldskapinum hjá Martin Joensen, sum eisini fevnir um skaldsøguna "Tað lýsir á landi" umframt eitt stórt savn av stuttsøgum. Og tað er serliga í stuttsøgunum, at frásøgulistin hjá Martin Joensen rættiliga kemur til sín rætt.
Martin Joensen er veruleikaskald og tekur djúpt í lív og lyndi hjá persónunum, hann skapar, so teir standa livandi fyri okkum. Tey, ið minnast aftur á tíðina, sum er lýst í skaldskapinum hjá Martin Joensen, hava sagt, at tað er eins og hevur tú kent persónarnar, sum eru við í skaldsøgunum og stuttsøgunum hjá honum.
Martin Joensen andaðist 25. desember 1966.

Halldór Laxness
Tann yngsti av hesum trimum, íslendingurin Halldór Laxness, ið man vera kendur av øllum føroyingum, er føddur 23. apríl. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu rithøvundum í farnu øld. Hann skrivaði 52 bøkur.
Halldór Laxsness leitaði sum ungur eftir einum andaligum ella átrúnaðarligum støði at standa á. Seinni vendi hann sær frá øllum ismun og legði meiri dent á at mennast sum einstaklingur, uttan tó at avbyrgja seg frá tí, sum var uppi í tíðini. Hann var virkin í íslendskum mentunarlívi og mangan partur ella evni í politiska kjakinum.
Fyrsta bókin hjá Laxness, Barn náttúrunnar, kom út í 1919. Av størri verkum eftir Halldór Laxness eru á føroyskum útkomnar bøkurnar Salka Valka, sum kom í 1931-32 (før. útg. 1972-78, Turið Joensen týddi), og Íslandsklokkan 1943-45 (før. útg. 1996, Sigurð Joensen týddi).
Salka Valka er sosial-realistisk ella politisk skaldsøga. Hin háðaða og happaða Salka Valka missir ikki mótið, men tekur lut í øllum, er við í verkfalli og verður enntá fakfelagsformaður. Eitt satt konubrot og so eiggilig, at mangur maður fær hug á henni.
Íslandsklokkan ber meira á tað tjóðskaparliga og tekur upp spurningin um sjálvstøðu Íslands og boðar, at tað ber til at berjast fyri listini og mentanini, hóast mentanin og mentunarliga og politiska strembanin ongantíð kemur í nánd av tí fullkomna.
Í 1952 kom stóra skaldsøgan "Gerpla", ið er ein uppgerð við valdsgerð og falskan hetjuskap. Hendan skaldsøgan kemur út í føroyskari týðing í hesum døgum við heitinum "Garpatáttur".
Laxness fekk Nobelvirðislønina í 1955.
Serligi stílurin hjá Laxness, sum stundum minnir um stílin í íslendingasøgunum, men sum samstundis er satira og atfinningarsemi, hevur hugtikið summi og argað onnur.
Halldór Kiljan Laxness andaðist 8. februar 1998.

Samkoma við upplestri og tónleiki
23. apríl er sum nevnt altjóða bókadagur. Hetta er serligur dagur fyri lokal átøk, sum UNESCO mælir til at skipað verður fyri. Á enskum hevur dagurin heitið World Book and Copyright Day.
Síðan farið varð at halda henda dagin í 1995, hava umleið 80 lond skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at vísa á týdningin hjá bókini sum lærumiðil og skapara av framburði og listarligari uppliving.
Hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hildin í Føroyum.
Landsbókasavnið heldur tað vera gott høvi at gera vart við altjóða bókadagin við einum tiltaki í sambandi við, at framsýningin "Tríggir úrmælingar frá tvey" letur upp. Tí verður skipað fyri einum kvøldi við upplestri og tónleiki 23. apríl kl. 19 á Føroya landsbókasavni. Tiltakið er alment og ókeypis.
Hetta kvøldið fara upplesarar og tónleikarar at lesa verk eftir William Heinesen, Martin Joensen og Halldór Laxness og at spæla tónleik, sum hevur okkurt samband við onkrar av teimum trimum úrmælingunum.