Úr sjón og úr minni

Úr sjón og úr minni. Soleiðis hava vit valt at kalla framsýningina um skaldskap og vísindaverk eftir Chr. Matras. Á framsýningini eru bøkur, rit, handrit, myndir o.a., sum lýsa avrik hansara. Allastaðni, har Chr. Matras verður umrøddur, verður nevnt hvussu góður hann var við okkara føroyska mál, og haraftrat verður ofta havt á orði, hvussu arbeiðssamur maðurin var. Í 1928 giftist hann við Marionnu Lützen úr Klaksvík. Tey fingu synirnar Árna og Eirik. Marianna andaðist 11. desember 1997. Hon var manni sínum ómetaligur stuðul og skapti honum tryggan og fjálgan karm um alt virki hansara. Listakona var hon from við vevinum, sum væl verður lýst í bókini Dreymurin um at veva eftir Anne-Kari Skarðhamar (1996). Saman við yrkingunum úr savninum Úr sjón og úr minni lata vit vevmyndir eftir Marionnu vera karm um hesa lítlu framsýning um hesi stóru fólk.

Aftur til forsíðu
Lív og virki
Virðisløn M.A. Jacobsens
Marianna Matras:
Vevnaður
Føroya Landsbókasavn 2000