Virðisløn M.A. Jacobsens 1980

"Sum eingin annar føroyskur yrkjari hevur Christian Matras fingið natúrina at liva í yrkingum sínum. Hansara skaldskapur er flættaður av vandnari málsligari myndan, av einum sterkum, ofta ósøgdum kærleika til heimlandið, og av varhuganum av einum djúpum samanhangi millum menniskjuna og alheimin. Tær stuttu, drúgvu yrkingarnar, sum hann hevur givið okkum tey seinastu árini, og sum eins og døggdropin spegla eina sjón ella eina lívsroynd, bera boð um eini sjáldsom evni til altíð at møta heiminum við ungum eygum og reinum huga."

Aftur til forsíðu

    Viðoy

    Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip
    og tindarnir siglutrø,
    tú stevnir í veldiga heimin út
    við høgum og fjallarøð.

    Nú brýtur frá stevni við Enniberg,
    og við Nánestanga er hvítt.
    Enn liggur tú fremst í skipaheri,
    har streymurin rennur strítt.

    Og líta vit upp at mastrartræ,
    har lýsir við tind og røð.
    Nú tekur at lætta við helluna
    og um brekkur og fjálggrønan bø.

    Og fuglaringar um stavn og bógv
    teir lívga upp urð og skor.
    Og fólk og fæ og spógvamál
    er hin dýri farmur um borð.

    1933

Lív og virki
Úr sjón og úr minni
Marianna Matras:
Andlit
Føroya Landsbókasavn 2000