Chr. Matras

Chr. Matras varð føddur á Brekkumørk á Viðareiði 7. desember 1900. Foreldrini vóru Jógvan Michael Matras keypmaður og Anna Elisabeth Poulsen, bæði úr Hvannasundi.

Eftir lokna skúlagongd í heimbygdini fór hann tólv ára gamal í realskúla í Havn. Í 1917 fór hann á Sorø Akademi, haðan hann tók studentsprógv í 1920. Sama ár fór hann at lesa norrøna málfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Magistaraprógv tók hann í 1928. Eftir tað var hann eina tíð lærari í realskúlanum í Havn. Doktaraheiti vann hann sær í 1933 við ritgerðini um staðanøvn í Norðuroyggjum. Í 1936 fekk hann støðu sum lektari í føroyskum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og sum dosentur í 1942. Í 1948 varð hann tilnevndur professari. Í 1965 kom hann heim at standa fyri hinum nýstovnaða Fróðskaparsetri Føroya. Hann var fyristøðumaður fyri Føroyamálsdeild setursins, til hann legði frá sær í 1971. Ein høvuðsgripur í goymslum deildarinnar er hitt stóra seðlasavnið til føroyska orðabók, ið hann hevði tikið saman árini í Keypmannahavn, og sum hann hevði heim við sær og nørdi nógv um her.

Chr. Matras doyði 16. oktober 1988.

Aftur til forsíðu
Úr sjón og úr minni
Virðisløn M.A. Jacobsens
Chr. Matras 1900-1988

1900        Føddur á Viðareiði
1920       Studentur
1921       Jonathan Swift: Ferð Gullivers til
              Pinkulinganna (týðing)
1926       Grátt, kátt og hátt (yrkingar)
1927-28   Føroysk-donsk orðabók. Saman við
              M.A.Jacobsen
1928       Magistaraprógv í norrønari málfrøði
1928       Giftist við Marionnu Lützen
1930       Føroysk fólkanøvn. Saman við
              M.A.Jacobsen
1931-35   Varðin (ritstjóri: bd. 11-15)
1932       Stednavne paa de færøske
              Norðuroyar.
              (Doktararitgerð)
1933       Dr. phil
1933       Heimur og heima (yrkingar)
1934       Føroyskur skaldskapur í úrvali I-III.
              Saman við M.A.Jacobsen og H.A.Djurhuus
1934       Lítil brævabók. Saman við
              M.A.Jacobsen og
              Thorstein Petersen
1935       Føroysk bókmentasøga
1939       Føroysk lesibók II. Saman við
              M.A.Jacobsen og H.A.Djurhuus
1939       Thomas Kingo: Songkórið andliga
              (týðing)
1939       Svabos færøske Visehaandskrifter
              (útg.)
1940       Úr  leikum og loyndum (yrkingar)
1941-51   Føroya kvæði, bd. I-IV (útg.)
1943       Jørgen-Frantz Jacobsen: Nordiske
              kroniker (ritstj.)
1943       Svabos Glossar til færøske
              Visehaandskrifter (útg.)
1945       Robert Burns: Yrkingar (týðing)
1945-52   Útiseti (ritstjóri saman við Karsten
              Hoydal)
1950       Ættmenn uttanlendis
1951       Ferð Gullivers til Pinkulingalands.
              2. útg. (týðing)
1951-53   J.H.Schrøters optegnelser af Sjúrðar
              kvæði (útg.)
1958       Færøerne/Føroyar,bd. 1-2 (ritstjóri)
1965-71   Leiðari av Føroyamálsdeild
              Fróðskaparsetursins
1965       Yrkingar 1917-45
1966-70   J.C.Svabo: Dictionarium Færoense,
              bd. 1-2 (útg.)
1970       Bygd og hav (yrkingar)
1972       Á hellu eg stóð (yrkingar)
1972       Jørgen-Frantz Jacobsen:
              Barba og harra Pál (týðing)
1973       Evangelium Sankta Matteusar,
              bd. 1-2 (útg.)
1973       Nøkur mentafólk
1973-74   Varðin (ritstjóri: bd. 41-42)
1975       Av Viðareiði (yrkingar)
1975       Leikur og loynd. Fullfíggjað útgáva av
              egnum yrkingum og týddum
1975       William Heinesen: Degningsvindar
              (týðing)
1976       William Heinesen: Himinin brosar
              (týðing)
1976       Jørgen-FrantzJacobsen: Dýrmæta lív
              (týðing)
1976       Jørgen-Frantz Jacobsen: Tíðargreinir
              1925-1937 (týðing)
1977       F.D.Voltaire: Candide ella besti
              heimur (týðing)
1978       Úr sjón og úr minni (yrkingar)
1978       Albert Camus: Pestin (týðing)
1981       Nýggjar týðingar (yrkingar)
1981       Upp í lógvan av ørindum /
              En håndfuld vers (yrkingar)
1982       Lucian Blaga: Tólv yrkingar (týðing)
1983       Anatole France: Steikarahúsið við
              Drotning Gásafót (týðing)
1988       J.H.O.Djurhuus: Yrkingar 1898-1948.
              (ritstj.)
2000       Greinaval – frøðigreinir

Marianna Matras:
Trøll
Føroya Landsbókasavn 2000