Á ferð
- inn í skaldskapin hjá Jens Paula Heinesen


Tíðindaskriv

JENS PAULI HEINESEN 70 ÁR

Í sambandi við at okkara virknasti, núlivandi rithøvundur, Jens Pauli Heinesen, verður sjeyti, skipar Landsbókasavnið fyri almennari heiðursløtu á Landsbókasavninum sunnudagin 10. november, kl. 16.

Á skránni verður upplestur og sangur, umframt hetta verða kvøður bornar fram. Føroya landsbókasavn letur samstundis upp eina stóra handrita- og bókaframsýning, har roynt verður at geva eina mynd av rithøvundavirkseminum hjá Jens Paula Heinesen.

Jens Pauli Heinesen hevur í nógv ár latið Landsbókasavninum handrit síni í varðveitslu.

Á framsýningini verður høvi at síggja eitt úrval av hesum handritum - bæði prentaðum og óprentaðum. Umframt handrit verða eisini brøv, myndir o.a. at síggja.

Framsýningin verður opin til 1. februar næsta ár.

Føroya landsbókasavn

7/11-2002